Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2021-57
Finka
- føroyskt til 2. flokk
Endamál:
At geva lærarum, sum undirvísa í føroyskum í innskúlingini, innlit í nýggja tilfarið í føroyskum til 2. flokk.
Innihald:
Lærarar fáa við tilfarinum amboð at byggja víðari á fyrstu lesingina hjá næmingunum. Tilfarið byggir á nýggjari gransking og vitan um, hvat gevur úrslit lesing viðvíkjandi:
- Tað hevur týdning at undirvísa í bæði orðaavkoding og málfatan eisini í innskúlingini.
- Bæði lærarar og foreldur hava stóra ávirkan á, hvussu næmingurin upplivir lesingina, og hvussu hann klárar seg.
- Næmingurin skal gerast medvitin um, hvussu hann kann gera framstig.
Við støði í tilfarinum verður komið inn á ymisk hugtøk, m.a. lesimenning, ljóðmeginreglur, lesisnildir, flótandi lesing, tær frálíku fýra og førleikamál eftir 2. flokk. Greitt verður eisini frá, hvussu hugsað verður, at tilfarið skal brúkast, og hvussu undirvísingin kann skipast.
Skeiðssnið: Framløgur og kjak
Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í føroyskum í innskúlingini
Undirvísing/lærari: Marianna Skarðenni Poulsen, rithøvundur, lærari og lesivegleiðari
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
03. mai 2021 kl. 09.00-15.00
03. mai 2021 kl. 09.00-15.00