Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2021-37
Læring og minni, sæð úr einum neuropsykologiskum sjónarhorni
Endamál: 
At lærarin, við vitan um heilan, kann motivera næmingar at gera sítt besta og fáa álit á, at man kann læra.
 
Innihald: 
Seinastu árini hava vit fingið stóra vitan um, hvussu heilin virkar, tá vit læra. Verður henda vitan nýtt í sambandi við undirvísing kann man flyta næmingar sera langt fakliga og sosialt. Kanningar vísa, at tá næmingurin fær innlit í sína egnu lærutilgongd, fær hann ein mennandi hugburð (Growth Mindset) í mun til læstan hugburð (Fixed Mindset), og soleiðis verður hann eggjaður at gera sítt besta og luttaka í undirvísingini. Tað eru sjáldan manglandi evni hjá næmingum, ið gera, at teir ikki kýta seg alt, teir kunnu, at læra, men heldur sálarfrøðiligir faktorar eitt nú álit á egin evni. Á skeiðnum verður eisini komið inn á sálarfrøðiligar faktorar, ið forða næminginum at læra optimalt. 

Skeiðssnið: Skift verður millum fyrilestur og sjónbond og fix kjatt. 

Málbólkur: Námsfrøðingar, lærarar og miðnámsskúlalærarar, AKT-lærarar, serlærarar, orðblindalærarar og støddfrøðivegleiðarar 

Undirvísing/lærari: Gitte Klein, sálarfrøðingur, lærari og Master of Positive Psychology
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
22. mar. 2021 - 23. mar. 2021 kl. 09.00-15.00