Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-44
Læraraskeið í íverksetan
SkúlaFM 2023
Endamál:
Á skeiðinum fáa lærararnir amboð og læra háttaløg til at undirvísa í íverksetan í skúlanum - bæði í ástøði og virkisroynd.
Undirvísingin í Íverksetan hevur til endamáls at læra næmingarnar at arbeiða við egnum hugskotum, fyri síðani at menna hugskotið frá tanka til lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum.  

Innihald:  
Fakliga innihaldið i? I?verksetan er lutað sundur i? 6. modul, har tað fyrsta modulið er læraraskeiðið. 
Lærararnir fáa undirvísing í hvussu arbeitt verður við íverksetan í skúlum, hvat fyri ástøði kann nýtast, hvar tey kunnu finna tilfar og eisini hvat fyri bólkaarbeiði riggar væl til næmingarnar. Harumframt fáa tey tilfar frá Fonden For Entreprenørskab, sum verður brúkt í skúlunum í Danmark og Grønlandi. 

Skeiðssnið: (fyrilestur, royndir, bólkaarbeiði o.s.fr.) Skeiðið er uppbygt við fyrilestrum og bólkaarbeiði. 

Málbólkur: Allir lærarar, sum eru tilmeldaðir SkúlaFM 2022/2023 í íverksetan.

Førleikakrøv: Tað krevst ikki nakar førleiki, bert at tykkara skúli ella flokkur er tilmeldaður SkúlaFM.

Undirvísing/lærari: Íverksetarahúsið og Fonden For Entreprenørskab.

iverksetan.fo
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám
25. aug. 2022 - 26. aug. 2022 kl. 09.00-15.00