Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-11
Mótstøða og motivatión
Endamál:
At menna førleikarnar at møta og stuðla næmingum í støðum, tá teimum vantar motivatión og álit á egna læring. Mótstøða, fatað sum sjálvverja, skal ikki niðurberjast, men møtast við forstáilsi, sum gevur lærarum og næmingum atgerðarmøguleikar. 

Innihald:
Á skeiðinum verður arbeitt við hesum spurningum:
  • Hvussu styrkja vit fatanarkarmin kring næmingin?
  • Hvussu skilja og handfara vit mótstøðuna og sjálvverjusnildirnar hjá næminginum?
  • Hvussu skapa vit trygg læriumhvørvi við hóskandi avbjóðingum?
Komið verður inn á:
  • Vitan um kensluligar avleiðingar av orðblindni.
  • Kunnleiki um eyðkenni og atferð, tá næmingurin hevur tað trupult.
  • Íblástur til atgerðarmøguleikar, tá næmingurin vísir mótstøðu og vantandi motivatión.
  • Kunning um týdningarmikil hugtøk sum ávaringarheila/hugsanarheila, validering, tillært hjálparloysi og hóskandi avbjóðingar.
  • Kunning um ítøkiligar uppgávur og venjingar, sum kunnu brúkast í undirvísingini.

Skeiðssnið:
Framløgur við ítøkiligum venjingum og bólkaarbeiði

Málbólkur:
Lærarar í fólkaskúla og á miðnámi

Undirvísing:
Carina Vallentin Degn, cand.mag. í audiologopædi og psykoterapeut
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
19. sep. 2022 - 20. sep. 2022 kl. 09.00-15.00