Skeið 2026-2027
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2627-22
Søga á staðnum
- Tinganes og Skansin
Endamál:
At fáa eitt innlit í, hvat tey gomlu húsini ytst á Tinganesi vórðu brúkt til, og hvat Skansin er fyri nakað.

Skeiðsleistur:
Útferð og søguforteljing av Tinganesi yvir á Skansan við denti á handilsviðurskiftini og verjuna av handlinum fyrr í tíðini. Flestu okkara kenna bygningarnar á Tinganesi og Skansan, men vita vit, hvat bygningarnir hava verið brúktir til? 
Vit fara at hava bøkurnar Søga 4, 5 og 6 sum grundarlag fyri undirvísingini.

Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa í søgu í miðdeild í fólkaskúlanum.

Fyrireiking:
Tað er gott at hava regntøtt og heit klæði við

Undirvísari:
Tórarinn Niclasen Á Rípuni, savnslærari á Tjóðsavninum

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
06. okt. 2026 kl. 09.00-15.00