Skeið 2026-2027
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2627-29
SSP-grundskeið
Endamál:
Grundskeiðið er fyrsta modulið í SSP-útbúgvingini og gevur eina grundleggjandi fatan av kriminalitetsfyribyrgjandi arbeiði innan SSP. Skeiðið er ætlað nýggjum SSP-umboðum ella teimum við avmarkaðum royndum, sum arbeiða við fyribyrging hjá børnum og ungum. Dentur verður lagdur á samskipað, heildarorienterað og vitanargrundað arbeiði, við støði í cases úr egnum praksis.

Innihald:
Luttakarar fáa vitan um:
  • kriminalitetsfyribyrgjandi arbeiði og SSP-samstarv
  • fyribyrging av rekruttering til kriminalitet og bólkar
  • eyðkenni og vandatekin hjá børnum og ungum
  • gransking, vanda- og verndarfaktorar
  • arbeiðshættir og amboð til betri samstarv og innsatsir.
Arbeiðshættir:
Framløgur, bólkaarbeiði og praktiskar uppgávur. Undirvísing og tilfar eru serliga á donskum, tillagað føroysk viðurskifti.

Málbólkur:
SSP-umboð; bæði politistar, samskiparar, lærarar og umboð fyri ungdómshús og frítíðarskúlar.
Skeiðini eru skipað í 2 øki:
  • 26.-27. okt. fyri Suðurstreym
  • 12.-13. apríl fyri ?
Luttøkukrav:
Luttakarar skulu vera virknir partar av SSP-samstarvinum og kunna luttaka báðar skeiðsdagarnar.

Fyrireiking:
Litteraturlisti verður tøkur, tá vit nærkast. Tit eru vælkomin at kunna tykkum á www.ssp.fo um tilfar, rættargangslógina, fráboðanarskyldu.

Undirvísing: 
SPUK og SSP-ráðgevingin.

Fyriskipari:
Social- og boligstyrelsen, saman við SPUK og SSP-ráðgevingini.

Mál:
Partar av undirvísingini eru á donskum máli.

Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
26. okt. 2026 kl. 09.00-15.00
27. okt. 2026 kl. 09.00-15.00