Nr. 2526-56
Endamál:At geva lærarum í hádeild innlit í tilfarið til mállæru í hádeild, sum umfatar grundbókina Punktum og tey trý arbeiðsheftini.
Innihald:
Skeiðið tekur støði í grundbókini í mállæru, Punktum, og teimum trimum arbeiðsheftunum. Greitt verður frá grundarlagnum undir útgávuni, og høvi verður at tosa nærri um innihald, skipan av tilfari, uppgávur, málsligar siðvenjur o.a.
Skeiðssnið:
Á skeiðnum verður skift millum upplegg, venjingar, orðaskifti og møguliga bólkaarbeiði.
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa í føroyskum í hádeild.
Undirvísari:
Sigmund Jógvansson
Amboð:
Grundbók og øll trý arbeiðsheftini.