Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 1819-105
Positivt toymissamstarv
Endamál: At geva lærarum amboð til at betra um fakliga samstarvið og samskiftið, soleiðis at vit kunnu fáa eitt vælvirkandi toymissamstarv.
Innihald: Toymini skulu leiðast og stýrast. Greið mál og væntanir til bæði úrslit og luttakarar skulu setast. Leikluturin hjá toymisleiðara og toymislimum verður lýstur. Fasilitering er ein háttur, sum kann skapa betri úrslit á fundum so sleppast kann millum annað undan, at óneyðug tíð fer til spillis. Fasilitering kann brúkast, tá málið er at skapa/fáa nýggj hugskot, finna nýggjar loysnir ella at skapa eina nýggja samstarvsmentan í einum toymi. Komið verður eisini inn á mennandi samskifti, treytir fyri vælvirkandi toymissamstarvi, spyrjiteknikkir, sum leiða fram á mál, og hvussu tú kanst skapa góða orku og motivatión í toyminum.
Skeiðssnið: Á skeiðnum verður skift millum stutt upplegg, venjingar og samskifti. Luttakarar nýta amboð, sum tey læra um, á skeiðnum, soleiðis at teir fáa førleikan og høvi at nýta tey, áðrenn farið verður aftur til arbeiðis.
Málbólkur: Allir lærarar.
Undirvísing: Gitte Klein, lærari, Master of Positive Psychology og stud. cand psyk.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
03. sep. 2018 - 04. sep. 2018 kl. 09.00-15.00
03. sep. 2018 - 04. sep. 2018 kl. 09.00-15.00