Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-37
Hvør er í tekstinum?
- performativur skaldskapur
Endamál:
Lýsa og viðgera rákið, sum verður nevnt performativur skaldskapur, og harumframt umrøða amboð, sum kunnu brúkast í viðgerðini av tí í undirvísingini.
Innihald:
Eftir eina øld við nýkritikki, strukturalismu, poststrukturalismu o.s.fr. er lívssøgan aftur blivin partur av bókmentaligari viðgerð, men á nýggjan og øðrvísi hátt. Skeiðið er ein lýsing og viðgerð av hesum ráki og royndum at menna nýggj háttaløg, sum gera lívssøguna til part av bókmentaligu greiningini, uttan at leitað verður aftur til siðbundna biografiska háttalagið. Føroyskur og norðurlendskur skaldskapur verður lisin, m.o. Katrin Ottarsdóttir, Dania Tausen, Trygvi Danielsen, Maja Lee Langvad og Nikolaj Frobenius. Ástøðiliga tilfarið verður í mestan mun norðurlendskt, ein grundbók verður Performativ biografisme (2014) eftir Jon Helt Haarder.
Málbólkur:
Lærarar í føroyskum á miðnámi.
Fyrireiking:
Tilfar verður sent luttakarunum at lesa áðrenn skeiðið.
Undirvísing:
Bergur Djurhuus Hansen, lektari.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
12. jan. 2022 kl. 09.00-15.00
12. jan. 2022 kl. 09.00-15.00