Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2021-07
Bólkadynamikkir og syndabukkagerð
- vitan og íblástur við HetjaFO
Endamál:
At fáa vitan, førleikar og hugskot til miðnámsskúlalærarar at arbeiða við bólkadynamikkum, inn- og útbólkum og syndabukkagerð í undivísingini. Lærið við nýggja tilfarinum HetjaFO, hvussu endamálsorðingin fyri miðnám um andsfrælsi, tolsemi og javnrættindi kemur við inn í undirvísingarhølið.
Innihald:
HetjaFO-tilfarið er grundað á altjóða sosialsálarfrøðiliga og evolutiónssálarfrøðiliga gransking og á nýggja føroyska sálarfrøðiliga gransking um hetjufatanir og hetjuskap, sum ikki er útgivin enn. Talgilda tilfarið, ið fevnir um styttri ástøðiligar tekstir, filmsbrot og spøl, er didaktiserað við hópin av uppgávum til næmingarnar.
Skeiðið viðger hetjufatanir, bólkadynamikkir og onnur menniskjalig viðurskifti, sum ávirka andsfrælsi, tolsemi og javnrættindi.
Á skeiðnum fáa luttakararnir:
- Vitan um grundleggjandi sálarfrøðilig viðurskifti í og millum menniskju
- Íblástur og didaktisk amboð at brúka í undirvísingini
- Vitan um, hvat fleiri enn 800 føroyingar halda, hetjuskap vera
- Íblástur til, hvussu sálarfrøðin eisini kann brúkast í viðgerð av evnum í øðrum lærugreinum, t.d. í søgu, samfelagsfaki og í føroyskum umframt í breytaverkætlanum
- Íblástur og amboð til, hvussu arbeiðast kann við mentanini í flokkinum
- Íblástur til, hvussu næmingurin kann skilja seg sjálvan í samspælinum við samfelagslig rák og viðurskifti
Skeiðssnið: Framløga, orðaskifti, spæl og bólkaarbeiði
Málbólkur: Lærarar á miðnámi
Fyrireiking: Okkurt verður at lesa áðrenn skeiðið
Undirvísing/lærari: Tóra Petersen, PhD, løggildur sálarfrøðingur
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
17. mar. 2021 kl. 09.00-15.00
17. mar. 2021 kl. 09.00-15.00