Skeið
Leiðbeining til at tekna seg
Góðkenning av skeiðsluttøku
Vælkomin á skeið í Námi
Skúlaárið 2020/2021 skipar Nám fyri skeiðum, ið eru mennandi og kveikjandi fyri lærarar bæði í fólkaskúla og á miðnámi. Summi skeið eru vend móti ávísum lærugreinum, og onnur leggja dent á háttalag og námsfrøði. Virksemið hjá Námi umfatar eisini smábarnaøkið, og tí bjóða vit eisini trý skeið um málmenning til hendan málbólkin. Fleiri skeið í føroyskum sum annaðmál eru eisini á skránni, hesi spenna heilt frá barnagarði til kvøldskúla.
Vit leggja dent á, at skeiðini eru við til at menna undirvísingina, soleiðis at skilja, at lærarin fær amboð til at grunda yvir, hvussu næmingurin mennir seg víðari.
Skeiðini skúlaárið 2020/2021 eru um útgávur og undirvísingarhættir, og harumframt eru lærugreinadagar og skúlaskeið.
Umframt at einstaki lærarin kemur á skeið í Námi, ber aftur í ár, í ávísan mun, til at søkja um menningarátak, har námsráðgevingin í Námi arbeiðir saman við lærarum úti í skúlanum.
Av royndum vita vit, at menning innan skúlagátt hendir best í nærumhvørvinum og saman við lærarum og næmingum í skúlanum. Á henda hátt meta vit okkum best røkka øllum lærarum skúlans.
Koronatíðarskeiðið lærdi okkum, at tað ber væl til at halda netskeið við Teams. Okkara kt-didaktiska toymi fer tí næsta skúlaár at bjóða netskeið, sum fólk kunnu tekna seg til. Kunnað verður so hvørt um hesi skeið á Office 365-pallinum.
Skeiðini eru mong og fevna ógvuliga breitt. Tosa við leiðsluna um, hvat hóskar best til tín, og hvørji av skeiðunum kunnu geva tær íkast til ein betri gerandisdag.
Tekningarfreistin er týsdagin 30. juni 2020.
Við vón um góða undirtøku til skeiðini og gott samstarv við skúlarnar gleða við í Námi okkum til skúlaárið 2020/2021.
Vegna okkum í Námi
Eyðun Gaard, stjóri


Vís:
Skeið bert fyri fólkaskúlan
Skeið bert fyri miðnám
Skeið bæði fyri fólkaskúlan og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Handaligar og verkligar lærugreinar
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Hugvísindi
5+ pláss tøk
Fullteknað
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Náttúruvísindi
2 pláss tøk
Fullteknað
Fullteknað
Onnur skeið og tiltøk
Avlýst
Skúlaskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Útbúgvingarskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.