Nr. 2526-52
Innihald:
Lýsing av Leyp 1, ið er undirvísingartilfar ætlað at styrkja samskifti. Undirvísararnir leggja fram ástøði um at ogna sær mál, samskifti og læring og knýta hesi at ítøkiligum undirvísingarstøðum og hvussu Leyp 1 tá kann brúkast.
Vit hava framløgur og bólkaarbeiði.
Hvat er Leyp?
Leyp er sett saman við arbeiðshefti, QR-kodum, spølum og alskyns uppgávum.
Tilfarið er lætt at arbeiða við og her er alt samlað: Tekstur, myndir, lurtifatan og harumframt ein røð av spølum og venjingar og eyka tilfar finst talgilt.
Tilfarið er ætlað at hjálpa teimum, ið ikki hava føroyskt sum fyrsta mál, at samskifta. Støðið er áðrenn A1 - A1.
Viðgerð og kjak um skrivligu uppgávurnar, sum luttakararnir hava fingið frammanundan. Komið verður eisini inn á skrivididaktisk rák og ítøkilig uppskot til undirvísingina. At enda verður eisini kunnað um NordUng-verkætlanina og dagføringina av kanon í dansklærugreinini.
Málbólkur:
Lærarar, ið undirvísa í FSA, og lærarar, ið vilja menna evni at brúka málið ítøkiliga í undirvísingini.
Fyrireiking:
Luttakararnir skulu kunna seg um Leyp 1.
- skeið: Luttakararnir velja sær eina støðu frá egnari undirvísing, har málið er ein forðing fyri læring. Lýs støðuna.
- skeið: Luttakararnir skulu nýta Leyp 1 í undirvísingarstøðu. Lýs støðuna.
Undirvísing:
Andriása Dam Joensen, rithøvundur og verkætlanarfólk í Námi.
Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen. Cand.Mag. í føroyskum máli og norðurlendskum bókmentum, M.A. í donskum sum annaðmál, diplom í Fyrireikandi Vaksnamanna Útbúgving, lærari og próvhoyrari í FSA.
Tilmelding:
Lærarar seta seg í samband við Nám á andriasad@nam.fo, um áhugi er fyri skeiðinum, ella um spurningar um eitthvørt.