Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-50
Rokning og Støddfrøði

Skúlaskeið  í Rokning og Støddfrøði

At seta seg inn í nýtt tilfar kann vera bæði áhugavert og møtimikið. Tá ið ein skúli fer ella er farin undir at nýta útgávuheildina Rokning til 1.-6. flokk og Støddfrøði til 7.-9. flokk, er tað ein stórur fyrimunur, at allir støddfrøðilærarar vita, hvussu hetta tilfarið er bygt upp, og hvussu tað kann verða brúkt. Hjá lærarum í grunddeild er hent at vita nakað um innihaldið í Støddfrøði í hádeild, og hjá lærarum í hádeild, sum byrja við 7. flokki, hevur tað avgerandi týdning at vita, hvussu næmingarnir hava arbeitt við Rokning í grunddeildini. Her snýr tað seg bæði um innihaldið og um mátar at arbeiða við støddfrøði.

Umframt at bjóða skeið í húsinum, hevur Nám tilboð til skúlar, har eitt ella tvey fólk koma út at halda skeið fyri støddfrøðilærarar. Skeiðið verður lagað eftir tørvinum hjá teimum einstøku skúlunum og kann fevna um alt frá kunnandi fyrilestri fyri allar lærarar á einum NR-fundi til heildagsskeið fyri støddfrøðilærarar í hvørjari deild sær. Dentur verður lagdur á tað, sum skúlin vil hava; frá kunning og orðaskifti um sjónarmið og bygnað í útgávuheildini til ítøkilig støddfrøðilig evni og byrjanarskeið í telduforritunum, sum verða nýtt í hádeildini.


Lektiónir: 2-6