Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2021-20
Seksualundirvísing
- kroppur, búning og heilsa
Endamál:
At fáa innlit í seksualitetin hjá børnum og ungum, og at seksual undirvísing kann vera við til at fyribyrgja og tryggja, at børn og ung at taka sunn og góð val. 
Innihald: 
  • 0. - 3.flokk: um kroppin, ymisk kroppsheiti, samleikafatan, kyn og mørk.
  • 4. - 7.flokk: um útvikling av kroppinum frá gitnaði og kynsbúning til at blíva vaksin. Um ymiskleikan av kynsamleika og at eiga sín kropp. 
  • 8. - 10.flokk: um sunnan seksualitet,  kenslur og debut. Um at kenna og virða sín kropp, um fyribyrging, fosturtøku, etikk, relatiónir, ungdómsmentan, kropsmentan og sambandið millum kærleika og seksualitet. 

Framhald: Eftir skeiðið er møguligt at gera víðari avtalu millum skúla og skeiðshaldara um ráðgeving og undirvísing til eina undirvísingargongd gjøgnum skúlaárið ella eina ávísa verkætlan. Nám veitir í ávísan mun fíggjarligan stuðul til hetta. 

Skeiðssnið: Fyrilestrar og bólkaarbeiði 

Málbólkur: Fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar 

Fyrireiking: Nakað av tilfari verður útflýggjað 14 dagar innan skeiðið. 

Undirvísing/lærari: Vivian Sjóðklett, sexologur, kunstterapeutur og námsfrøðingur.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
22. okt. 2020 kl. 09.00-15.00