Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-122
Lions Quest
- hugburður og atferð
Endamál: At geva luttakarum amboð at menna sosialar førleikar hjá flokkinum og at varpa ljós á etisk virði

Innihald: Sosialir og siðfrøðiligir førleikar eru fortreytir fyri einum góðum lívi. Í einum demokratiskum samfelagi eru hesir førleikar eisini fortreytin fyri menning av einstaka næminginum - ikki minst í samspælinum við onnur.

Hugburður og atferð leggur upp til at at læra einstaka næmingin at hava meiningar og hugburð undir ábyrgd. Við nógvum undirvísingartilfari og ymiskum arbeiðshættum er skeiðið ætlað at gera læraran føran fyri at taka sær av hesum týdningarmikla parti av undirvísingini.

Sum nakað nýtt er skeiðstilfarið á føroyskum.

Skeiðssnið: Framløgur, venjingar og kjak. 

Undirvísing: Dorthe Kock Ahrenkiel, læraraútbúgving frá 1996, instruktørur i Holdning og Handling.

Meira at vita: Á http://www.holdningoghandling.dk/
Málbólkur: Flokslærarar, flokstoymi og lærarar við áhuga fyri sosialari menning í flokkinum.
Lektiónir: 14
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
18. sep. 2017 - 19. sep. 2017 kl. 08.30-15.30