Nr. 1819-442
Endamál: At geva lærarunum íblástur til undirvísingina í stílaskriving og mállæru. Harumframt at geva teimum høvi til at tosa saman og kjakast um tilfar, tekstsløg o.a.
Innihald: Arbeitt verður við stílaskriving og førleikum í málkunnleika, og komið verður inn á endamálið við málkunnleika í undirvísingini og í skrivligu próvtøkuni. Lærarar fáa uppskot til, hvussu mállæra kann gerast meira spennandi og mennandi í undirvísingini. Orðaskifti verður eisini um, hvørjum tekstsløgum undirvíst verður í, og hvar denturin verður lagdur í einstøku tekstsløgunum.
Skeiðssnið: Fyrilestur, bólkaarbeiði og kjak.
Undirvísing: Line Flintholm, lærugreinaráðgevin í enskum í Danmark.
Málbólkur: Lærarar, ið undirvísa í enskum í gymnasialu miðnámsskúlunum.