Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-65
Fuglar í handaverki og list
Endamál: 
Við fuglum sum myndevni læra grundleggjandi ástøði og arbeiðshættir á ein positivan og ítøkiligan hátt í handaverki og list.

Innihald: 
Luttakarar royna ymiskar arbeiðshættir innan myndlist og smíð og fáa ítøkiligar undirvísingargongdir. Háttalagið er einfalt, skipað sum verkstaðsundirvísing har tey luttakandi velja tað tey vilja royna.
Tú lærir m.a.: 
  • at arbeiða við ymiskum teknikkum innan blýant, litblýant, máling og oljukriti
  • hvussu tú lærir børn at eygleiða og at tekna, so tað líkist
  • hvussu myndlist og smíð kann gerast partur av tvørgreinaligari undirvísingargongd 
  • at arbeiða við tunnum krossviði og leyvsag
  • hvussu tú kann læra næmingar at brúka leyvsag og viðlíkahalda leyvsagina.
Skeiðssnið: 
Framløgur, ítøkiligt arbeiði og kjak. Skeiðið er framhald av Fuglaskeiðnum degnum fyri, men kann eisini virka sum ein sjálvstøðugt skeið. Ikki er neyðugt at luttaka á báðum skeiðunum.

Málbólkur: 
Lærarar, sum undirvísa í myndlist, smíð, náttúru og tøkni og lívfrøði og tey, ið sakna íblástur til skapandi arbeiði. 

Undirvísing: 
Heini Nygaard og Henny Dánialsdóttir, lærarar í handaverki og list og ráðgevar í Námi. 

At hava við: 
Tit fáa tilfar á skeiðinum, men tit mugu gjarna taka egnar blýantar, litfarvur o.a. við um tit hava hug til tað. 

Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
11. apr. 2024 - 12. apr. 2024 kl. 09.00-15.00