Nr. 1819-427
Innihald: Lærugreinadagurin gevur møguleika at hitta starvsfelagar úr øllum landinum til fakligt prát og kjak um evni, sum hoyra lærugreinini til.
Lýsingin av lærugreinadegnum er ikki útgreinað her, men hann fer m.a. at innihalda
- Lýsing av støðuni í lærugreinini
- Fyrilestur el.tíl. um nýggj rák innan lærugreinina
- Lýsing av nýggjum tilfari (m.a. úr Námi)
- Próvtøkur o.tíl.
- Kjak
Luttakarar fáa skránna í góðari tíð undan lærugreinadegnum, har tað eisini verður tilskilað, hvussu langur dagurin verður.
Samskipari: Jacob Eli Olsen, lærari.
Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í støddfrøði í grunddeildini.