Nr. 1819-640
Endamál: At lærarar kunnu fara undir at undirvísa næmingum forritan í Scratch.
Innihald: Luttakarar fáa grundleggjandi førleikar í forritan í Scratch, sum er eitt frítt netborið amboð.
Innihaldið leggur upp til, at lærarar í undirvísingini læra næmingar at verða talgildir skaparar og veita innlit í, hvussu algoritmur stýra okkara tøkniliga umhvørvi.
Við at arbeiða við animatiónum og effektum koma vit at skapa samvirknar søgur, tekstir og einføld telduspøl sum t.d Snake, Fruit Ninja.
Skeiðssnið: Upplegg, venjingar og uppgávur.
Málbólkur: Lærarar, sum hava hug at forrita við sínum næmingum.
Førleikakrøv: Vanligan telduførleika.
At hava við: Luttakarar skulu hava egna teldu við.
Undirvísing: Hans Fróði Jensen, lærari og AU í IT.