Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-26
Livandi bíbliusøgur
- eitt skeið í at siga frá bíbliusøgur
Endamál:
At fáa íblástur til at siga frá bíbliusøgum, so at næmingarnir lurta og gloyma seg burtur. 

Innihald: 
Skeiðið fevnir um praktiskar venjingar, har vit hita upp og fyrireika okkum at fortelja á ein livandi hátt við røddini og við øllum kroppinum. Luttakararnir arbeiða við hvør síni søgu og royna ymiskar forteljarasnildir. Tit koma at arbeiða saman tvey og tvey við skiftandi makkarum og á føroyskum. Tit fáa eisini innlit í eina undirvísingargongd um sansaforteljing, har lærarin fær næmingarnar at fortelja bíbliusøgur við at massera ryggin á hvørjum øðrum. Vit royna hetta í felag, so at tit kunnu royna hetta í skúlanum uttan meira fyrireiking.

Málbólkur: 
Lærarar í kristni í fólkaskúlanum

Fyrireiking: 
Vel eina stutta bíbliusøgu, sum tú ikki hevur fortalt fyrr, men sum tú ætlar tær at brúka. Tú skalt bara hava lisið hana nakrar ferðir. Jú minni, tú hevur arbeitt við henni, tess opnari ert tú fyri at royna nýggjar forteljarasnildir. Hav tríggjar rekvisittir, sum hóska til søguna, við í einum spennandi posa, kassa ella eskju. Næmingarnir skulu kunna nerta við, síggja ella lukta rekvisittirnar.

Undirvísing: 
Anette Wilhjelm Jahn, antropologur og danskur søguforteljari í Måle Fortælleteater.
Í 2019 skrivaði hon bókina Eventyrværksted. Lær at fortælle kreativt for børn, og upplestrarbók hennara Froskurin Frýsi kom út á føroyskum í 2022.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
18. sep. 2023 kl. 09.00-15.00