Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-57
Heilsa og trivnaður í grunddeildini
- góðir vanar hava týdning fyri undirvísingina

Endamál:  
At vit gerast greið yvir hvussu góðir og ringir vanar hjá næmingunum ávirka undirvísing og trivnað. Hvussu kunnu vit saman hjálpa børnunum? Og hvør eigur ábyrgdina?

Innihald:  
Stutt um Gigni og heilsufrøðingin. Hvussu kann skúlin brúka heilsufrøðingin? Avbjóðingar hjá børnum í mun til heilsu, trivnað og innlæring. Hvussu vit saman kunnu arbeiða við hesum.

Skeiðssnið: 
Fyrilestur, bólkaarbeiði, kjak og royndir. 

Málbólkur: 
Lærarar og námsfrøðingar, sum arbeiða við næmingum í 1.-3. flokki.

Fyrireiking: 
Gera sær tankar um, hvat longu er gjørt í tykkara skúla fyri at geva næmingunum eina góða byrjan upp á skúlalívið.

Undirvísing: 
Sólrun Foldbo og Lillian Bjarnadóttir Poulsen, heilsufrøðingar.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
05. feb. 2024 kl. 09.00-15.00