Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-49
IntoWords
Endamál: 
Endamálið við skeiðinum er, at IntoWords gerst ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Hetta skal hjálpa brúkaranum at loysa lesi- og skriviuppgávur skjótari og betri, sum eina jaliga ávirkan á arbeiðsgleðina og arbeiðsvirkni. Harumframt verða lærarar førir fyri at vegleiða næmingum í IntoWords.

Innihald:
Á skeiðinum fáa luttakararnir innlit í og verða kunnaðir um høvuðsmøguleikarnir og dagføringar í IntoWords, so teir verða førir fyri at nýta amboðið í gerandisdegnum, bæði í skúlanum og á arbeiðsplássinum.

  • Grundleggjandi nýtsla av IntoWords.
  • Intowords á teldu, í kaga og á snildfon.

Skeiðssnið:
Framløga og sjálvstøðugt arbeiði við teldu.

 

Málbólkur:
Lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar og serskúlalærarar.

 

Fyrireiking:
Neyðugt er at hava teldu og smátalarar við til skeiðið, og at IntoWords er lagt inn frammanundan. 
Umframt telduna, er tað ein fyrimunur at hava eina telefon ella ein teldil við, har IntoWords er lagt inn frammanundan.

 

Undirvísing/lærari: 
Annika Katrin Joensen, orðblindalærari.


Lektiónir: 5
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
21. nov. 2023 kl. 09.00-14.00