Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1920-016
Fæst koppseting fyri falstíðindi?
Um falstíðindi og keldukritikk í skúlanum
Endamál: At geva lærarum kunning og íblástur til at læra næmingin í hádeild og á miðnámi at lesa og brúka aktuellar miðlar við kritiskum eygum.

Innihald: Støðið er temasíða á undirvísingarportalinum Snar um miðlar og annað aktuelt tilfar úr øðrum miðlum, t.d. tilfar, sum øsir fólk til fremmandahatur. Arbeitt verður við falstíðindum og týdninginum av, at næmingar læra keldukritikk. Nomið verður eisini við falstíðindi í og úr Russlandi, og opinión verður sett upp móti journalistikki.

Skeiðssnið: Fyrilestur og kjak við innlendskum og útlendskum dømum, sum leggja upp til eina kritiska undirvísing í og við miðlum, serliga á netinum. 

Málbólkur: Lærarar í nevndu lærugreinum í hádeild ella á miðnámi. 

Fyrireiking: Lærarar skulu hava lisið tematilfarið á Snar um miðlar og hava fylgt við, hvussu føroysku miðlarnir hava viðgjørt løgtingsvalið. Ynskiligt er eisini at lærarar hava fylgt við, hvussu danskir miðlar fylgdu fólkatingsvalinum.

Undirvísing/lærari: Brynhild Thomsen, journalistur í Kringvarpinum.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
20. nov. 2019 kl. 09.00-15.00