Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-31
Samfelagsfrøði í miðnámi
Skeið fyri samfelagsfrøðilærarar á miðnámi
Endamál:
At viðgera fakligar spurningar, ið eru áleikandi, m.a. námsætlanararbeiði, nýtt føroyskt samfelagsfrøðitilfar, próvtøkur og breytaverkætlanir. 

Innihald:
Fyrilestur um Føroyar sum altjóða aktør. Framløga av nýggju sBókini Føroysk samfelagsfrøði B-stig við dømum, kjaki og venjingum. Innihald, støði og førleikar á ymiskum fakligum stigum. Kjak um samfelagsfrøði í breytaverkætlanum.

Skeiðssnið:
Fyrilestur, framløgur, dømi, kjak, venjingar v.m.

Málbólkur:
Samfelagsfrøðilærarar á miðnámi

Fyrireiking:
At tryggja sær atgongd til Føroysk samfelagsfrøði B-stig. umframt at kunna seg í henni: samfelagsfrodi-b.sbok.nam.fo 
Luttakarar fáa harumframt hesar greinar at lesa í góðari tíð áðrenn skeiðið. 
  • Jens Christian Svabo Justinussen og Beinta í Jákupsstovu, 2021. "Grænser for færøsk paradiplomati", Sikkerhedspolitik i Arktis og Nordatlanten, Djøf Forlag
  • Jens Christian Svabo Justinussen og Rasmus Gjedssø Bertelsen, 2020. "Færøernes internationale politik", Økonomi & politik #4, Djøf Forlag. 
Samskipari: Sámal Matras Kristiansen
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
25. sep. 2023 kl. 09.00-15.00