Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-45
Lesihugur og bókmentagleði
Endamál:
At geva luttakarum hugskot og íblástur til at ráðleggja undirvísing í bókmentum, har hugflog, skapanarevni og sansir verða stimbrað. Hetta er undirvísing, sum samstundis eisini stimbrar lesihug og motivatión hjá einstøku næmingunum.

Innihald:
Tit fáa innlit í bókmentir við hópin av undirvísingarmøguleikum, og tit fara heim aftur við ítøkiligum hugskotum um nýggjar mátar at undirvísa í bókmentum, har næmingarnir lesa, kanna og skapa tekstir. Fyri næmingarnar skal arbeiðið við at greina og tulka tekstir verða meira livandi og motiverandi. Tíð verður eisini til at arbeiða ítøkiliga við at royna og skapa hugskot til undirvísingina, sum tit kunnu brúka beinleiðis í tykkara flokkum. Vit vilja við okkara royndum og dømum um undirvísingargongdir geva tykkum góð uppskot til, hvussu tit við smávegis tillagingum í tykkara undirvísing kunnu geva næmingunum upplivingar, sum tey aldri gloyma.

Skeiðssnið: 
Verkstova

Málbólkur:
Lærarar í donskum í fólkaskúlanum.

Skeiðshaldarar: 
Dorthe Rise og Ulla Maria Michaelsen

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
16. nov. 2023 kl. 09.00-15.00