Skeið 2016/2017
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Ferðaskeið
Útbúgvingarskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1819-317
At undirvísa í munnligum enskum sum fremmandamáli (EFL)
Undirvísing í førleikunum at lurta og at tosa
Lærugrein: Enskt í 7. - 9. flokki.

Endamál: At geva lærarum innlit í førleikarnar at lurta og at tosa í enskum sum fremmandamáli, at gera teir væl skikkaðar at undirvísa og geva teimum amboð at meta um næmingaavrikið á hóskandi hátt.

Innihald: Hesir spurningar verða viðgjørdir:
  • Hvat er at lurta og at tosa?
  • Hvussu undirvísi eg í at lurta og at tosa?
  • Hvat er sambandið millum at lurta og at tosa?
  • Hvussu fyrireiki eg undirvísingina við aktivitetum?
  • Hvussu brúki eg margmiðlar at undirvísa í at lurta og at tosa?
  • Hvussu stuðli eg næmingum í at lurta og at tosa?
  • Hvussu brúki eg møguleikar uttan fyri flokshølið at stuðla upp undir at lurta og at tosa í flokshølunum? 

Skeiðssnið: Fyrilestur, kjak, bólkaarbeiði og fyrireiking við aktivitetum.

Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í enskum í 7. - 9. flokki. 

Fyrireiking: Lærarar kunnu skriva eina stutta frágreiðing um, hvussu teir undirvísa í at lurta og at tosa í enskum (umleið 1 A4 síða) og taka hana við sær. 

Undirvísing: Kalpana Vijayavarathan, ph.d., adjunktur í enskum.

Tilfar hjá luttakarum at hava við: Teldur og tilfar, sum teir brúka til undirvísingina í at lurta og tosa í enskum.

Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
09. jan. 2019 - 10. jan. 2019 kl. 09.00-15.00