Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1819-316
Myndagreining
Lærugrein: Føroyskt og tær lærugreinir á miðnámi, sum brúka myndir sum part av undirvísingini - sambært víðkaða teksthugtakinum.

Endamál: At geva lærarum førleika at fata, lesa og greina myndir, so at teir kunnu læra næmingarnar hetta sambært víðkaða teksthugtakinum.

Innihald: Skeiðið er í tveimum pørtum. Í fyrra lagi snýr tað seg um eitt grundskeið í myndagreining, har skeiðsluttakarar læra mannagongdir og faklig hugtøk innan myndagreining. Seinni partur er hugsaður til bókmentaundirvísing og snýr seg um greining av tekstum og myndum hjá Tóroddi Poulsen.

Skeiðssnið: Skeiðið verður skipað við innleiðandi fyrilestri, bólkaarbeiði og framløgum.

Málbólkur: Lærarar í føroyskum og teimum lærugreinum á miðnámi, sum brúka myndir sum part av undirvísingini.

Fyrireiking: Tilfar at lesa verður sent luttakarum áðrenn skeiðið.

Undirvísing: Kinna Poulsen, miðnámsskúlalærari.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
15. jan. 2019 - 16. jan. 2019 kl. 09.00-15.00