Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-78
Kom á myndabókaverkstovu!
Endamál: 
At veita íblástur til lærarar og námsfrøðingar í at arbeiða við myndabókum í skúla og á dagstovni. 

Innihald:
Ein myndabók er ofta fyrsta bókin, vit hitta sum børn. Men okkum nýtist ikki at vaksa frá myndabókunum. Tær eru nevniliga sera spennandi at arbeiða við - eisini fyri størri børn. Norðurlendski Bókaslúkurin hevur seinastu árini arbeitt við arbeiðstilfari til myndabøkur, sum í dag er savnað á heimasíðuni www.bokslukaren.org. Á verkstovuni fara vit at arbeiða við myndabókum og hvussu vit kunnu taka myndabøkur inn í dagliga arbeiðið.

Skeiðssnið:
Verkstova við uppleggi og arbeiðsuppgávum.

Málbólkur: 
Námsfrøðingar og lærarar í mállærugreinum, list, bókavørðum og øðrum við áhuga fyri myndabókum.

Fyrireiking: 
Kunnið tykkum um Bókaslúkin á: www.bokslukaren.org 

Undirvísing/lærari: 
Eilen Anthoniussen og Mikaela Wickstrøm  

Lektiónir: 2
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
09. apr. 2024 kl. 13.00-15.00