Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-18
Grundskeið SSP-lærarar
Endamál:
At menna og styrkja tín leiklut sum SSP-lærari, so tað verður lættari at fremja arbeiðssetningarnar á einstaka skúlanum í verki.
At tú sum virkin luttakari fært íblástur, viðkomandi vitan um SSP-samstarvið og møguleika at deila royndir við aðrar SSP-lærarar. 

Innihald:
SSP-lærarar fáa innlit í SSP-samstarvið (Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi), og hvussu SSP-lærarar arbeiða yvirskipað við trivnaði og fyribyrging á øllum floksstigum í einstaka skúlanum. Á skeiðnum verður sostatt arbeitt við, hvussu man sum SSP-lærari arbeiðir ítøkiliga við fylgjandi galdandi arbeiðssetningum:

1. At taka lut í SSP-økisbólkunum og vera sambindingarliður millum skúlan og SSP-økisbólkin.
2. Miðla vitan um SSP-samstarvið í økinum og um tiltøk/átøk til hinar lærararnar, næmingarnar og foreldrini.
3. Vegleiða á skúlanum um tilfar og undirvísing í SSP-høpi.
4. Fylgja væl við tí, sum fer fram millum næmingarnar á skúlanum.
5. Ráðgeva starvsfelagum á skúlanum í einstaklingamálum.
6. Samskipa SSP-átøk á skúlanum.

Umframt hetta fáa luttakarar ymiskt tilfar um arbeiði innan almenna fyribyrging í SSP. Gjøgnum framløgur, venjingar og orðaskifti verður tilfarið, ið skal geva íblástur til, hvussu man sum SSP-lærari kann arbeiða fyribyrgjandi í sínum dagliga virksemi á einstaka skúlanum, gjøgnumgingið.

Skeiðsnið:
Framløgur, venjingar, orðaskifti og samstarv.

Málbókur: 
Nýggir SSP-lærarar og tey, sum ikki hava luttikið á grundskeiði áður.

Fyrireiking: 
Tað er gott, um SSP-lærarin hevur verið á www.ssp.fo og hugt eftir undirvísingartilfarið hjá SSP-ráðgevingini. Hettar er tó ikki nøkur treyt.

Undirvísarar:
Daisy Iversen, SSP-ráðgevi.


Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
12. sep. 2023 kl. 09.00-15.00