Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-30
Útgávuheildin STØDDFRØÐI 7.-9. fl.
Endamál:
At kunna um tilfarið í útgávuheildini.

Innihald:
Stutt viðgerð av ástøðiligari hugsan aftan fyri undirvísingartilfarið í útgávuheildini, og hvussu tað byggir á stigvísa framtøku. Greitt verður frá samanhanginum í tilfarinum sum heild, og hvar og hvussu tað er atkomiligt. Dentur verður lagdur á, hvussu tilfarið er stigbýtt, og hvussu tað kann verða nýtt næmingalagað innan fyri karmarnar í flokkinum. Nøkur dømi verða sum praktiskt virksemi á skeiðinum. 

Skeiðssnið
Framløga og samrøður; royna okkurt virksemi.

Málbólkur
Støddfrøðilærarar í grunddeild fólkaskúlans.

Fyrireiking
Fyrimunur, men ikki krav, at hava hugt í grundbøkurnar í Støddfrøði 7.-9. fl.

Undirvísing/lærari: 
Elin Henriksen, lærari

Skúlar kunnu eisini spyrja okkum um skúlaskeið í útgávuheildunum Rokning og Støddfrøði
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
22. sep. 2023 kl. 09.00-15.00