Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-46
Skrivihugur og rørsla í undirvísingini
Endamál:
Við støði í bókini Skrivelyst at fáa undirvísingina í skriving stuttligari, lættari, meira viðkomandi og motiverandi, bæði fyri næmingarnar og fyri tykkum sum undirvísarar.

Innihald:
Skriving hevur eins og lesing avgerandi týdning fyri læringina, og fyri at verða góðir skrivarar, skulu næmingarnir skriva nógv. Vit fara at greiða frá okkara royndum við skriving í undirvísingini í donskum við ymsum smáum skrivivenjingum og koma vit hugskotum til at stimbra skrivihugin hjá øllum næmingum. Á verkstovuni koma vit eisini inn á, hvussu vit kunnu fáa meira rørslu inn í undirvísingina í donskum. Rørsla í undirvísingini økir um motivatiónina hjá næmingunum og hevur somuleiðis jaliga ávirkan á hugsavnan, læring og áhuga fyri lærugreinini.

Skeiðssnið: 
Verkstova

Málbólkur:
Lærarar í donskum í fólkaskúlanum

Skeiðshaldarar: 
Dorthe Rise og Ulla Maria Michaelsen 

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
17. nov. 2023 kl. 09.00-15.00