Nr. 2324-19
Útgávuheildin ROKNING 4.-6. fl.
Endamál:
At kunna um tilfarið í útgávuheildini.
Innihald:
Stutt viðgerð av ástøðiligari hugsan aftan fyri undirvísingartilfarið í útgávuheildini, og hvussu tað byggir á stigvísa framtøku. Greitt verður frá samanhanginum í tilfarinum sum heild, og hvar og hvussu tað er atkomiligt. Dentur verður lagdur á, hvussu tilfarið er stigbýtt, og hvussu tað kann verða nýtt næmingalagað innan fyri karmarnar í flokkinum. Nøkur dømi verða sum praktiskt virksemi á skeiðinum.
Skeiðssnið:
Framløga og samrøður; royna okkurt virksemi.
Málbólkur:
Støddfrøðilærarar í miðdeild fólkaskúlans.
Fyrireiking:
Fyrimunur, men ikki krav, at hava hugt í grundbøkurnar í Rokning 4-6.
Undirvísing/lærari:
Elin Henriksen, lærari
Skúlar kunnu eisini spyrja okkum um skúlaskeið í útgávuheildunum Rokning og Støddfrøði.