Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-52
Ger næmingarnar virknar við kt
- skapa fjølbroytni í undirvísingini við kt
Endamál:  
Kt gevur flest lærimøguleikar, um næmingurin nýtir tøknina virkið og skapandi. Endamálið við hesum skeiðnum er tí at geva lærarunum innlit í ymisk forrit og amboð, ið kunna stuðla undir, at næmingarnir gerast meir virknir og meira skapandi við kt í undirvísingini.

Innihald:  
Á skeiðinum verður arbeitt við ymiskum forritum, ið eru løtt at læra og nýta saman við næmingunum. Ymiskt forrit verða løgd fram, sum skeiðsluttakarar kunnu royna og síðani leggja til rættis í eini undirvísingargongd, eitt nú Mentimeter, Slido, Padlet umframt ymiskt í Office365. 

Skeiðssnið: 
Framløga, verkligar venjingar og bólkaarbeiði.

Málbólkur: 
Lærarar í fólkaskúlanum og á miðnámi.

Undirvísing/lærari: 
Kt-ráðgevar í Námi.

Luttakararnir mugu hava teldu við
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
14. nov. 2023 kl. 09.00-15.00