Nr. 2324-74
Endamál:
at hjálpa og vegleiða teimum, sum sita við skjalhaldi og journalføring úti í føroysku fólkaskúlunum, soleiðis at tey eru trygg við og megna at brúka skjalhaldsskipanina.
Innihald:
Luttakarar fáa ítøkiliga vitan um mannagongdir.
Tú lærir m.a.:
- Hvat skal journaliserast
- Nær skal journaliserast
- Hvør skal journalisera
- Hvussu skal journaliserast tá tú brúkar journalleistin við projektum
- At byrja á rættan hátt
- Hvussu journaliserar tú á tryggan hátt
Skeiðssnið:
Framløgur, bólkaarbeiði, ítøkiligt arbeiði við uppgávum og málum úr egnum arbeiðsdegi.
Málbólkur:
Skrivarar í fólkaskúlanum, fólkaskúlaleiðslur, førleikastovuleiðarar og møguliga onnur, sum sita við skjalhaldi og journalføra í føroyska fólkaskúlanum.
Undirvísing:
Irdi Toftegaard skrivari Fuglafjarðar Skúli,
Jónleif Johannesen, fulltrúi Undirvísingarstýrið
Johanna Heinesen, journalfólk Undirvísingarstýrið
At hava við:
Tit mugu hava egna arbeiðsteldu við á skeiðið. Tit mugu hava fingið Skjalhald uppsett á teldurnar, og síðupanelið á Outlook má vera aktiverað
Tilmeldingarfreist
24. apríl 2024
13. mai 2024 kl. 09.00-15.00