Nr. 2324-33
Endamál:
At geva lærarum førleikar at nýta grafiska fasilitering í undirvísingini, og harvið geva næmingunum betri fatan av tilfarinum, størri yvirlit og ognarskap.
Innihald:
Á skeiðinum lærir tú grundleggjandi teknikkir, og við tær fært tú prototypur av grundleggjandi figurum og symbolum, sum hóskandi til tína undirvísing.
Fyrri dagurin - Grundleggjandi tekniførleikar
Støðið verður tikið í teimum sjey elementunum innan grafiska fasilitering:
- Menniskju
- Støð
- Samtekstur
- Gongd
- Ímyndir
- Litir
- Ávirkan
Tú fært tussjir og papír, og vit tekna saman. Tú lærir grundleggjandi tekniteknikkir, og vit finna í felag tær ímyndir, sum geva meining í tínari undirvísing. Seinni á degnum arbeiða vit eisini við at seta ymsu elementini saman til meira samansettar tekningar.
Seinni dagurin - Verkstova
Støðið verður tikið í tíni undirvísing, og endamálið er, at tú fert heim við uppskotum og hugskotum, sum tú kanst brúka aftur í undirvísingini.
Skeiðssnið:
Verkstova
Málbólkur:
Lærarar, sum vilja menna førleikarnar at samskifta og visualisera gongdir.
Undirvísing:
Gert Madsen og Julie Kowal