Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-50
Fólkaræði - hvat, hví og hvussu?
Endamál: 
At viðgera fakligar spurningar kring fólkaræði, soleiðis at lærarar gerast førir fyri at undirvísa í hesum evni. 

Innihald:
Støði verður tikið í bókini "Fólkaræði - hvat, hví og hvussu?" eftir Beintu í Jákupsstovu. Fokus verður sett bæði á ymiskar hugsanir um, hvat fólkaræði er, og hví ymisk modell av fólkaræði komu í nýtslu sum stýrislag. Eisini verður røtt um, hvussu hesi ymisku modellini av fólkaræði virka í verki, samanborið nútíðar føroysk og altjóða viðurskifti. Greitt verður frá hugsanum um fólkaræði frá fornøld fram til okkara tíð. Politiskar hugsanir verða lýstar viðvíkjandi politiskum avbjóðingum, sum vóru í samtíðini hjá teimum, ið vóru fyrst at bera hesi ástøði fram. Tað gevur okkum eitt grundarlag til at skilja, hví og hvussu hugtakið fólkaræði gevur ymiska meining fyri ymiskar politiskar bólkar. 

Skeiðssnið: 
Fyrilestrar og kjak.

Málbólkur: 
Samfelagsfrøði-, søgu- og heimspekislærarar á miðnámi. Eisini aðrir áhugaðir lærarar á miðnámi og í hádeild kunnu tekna seg. 
 
Fyrireiking: 
Skeiðsluttakarar fáa eitt eintak av bókini við ársbyrjan. Sostatt er høvi at kunna seg um innihaldið í skeiðnum, soleiðis at sum mest fæst burtur úr undirvísingini.

Undirvísing: Beinta í Jákupsstovu, professari, dr.polit. í stjórnmálafrøði.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
23. nov. 2023 kl. 09.00-15.00