Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2021-28
Føroyskt sum annaðmál
- Mál, mentan og samfelag.
Endamál: 
At styrkja fakliga og námsfrøðiliga grundarlagið hjá lærarum, sum undirvísa í føroyskum sum annaðmál.

Innihald: 
Endamálið við skeiðinum "Mál, mentan og samfelag", er at geva lærarum í føroyskum sum annaðmál innlit í týðandi viðurskifti í samanspælinum millum mál, mentan og samfelag. 

Skeiðið er eitt grundskeið um at undirvísa í føroyskum sum annaðmál við denti á mentanarlig og samfelagslig viðurskifti og við atliti at integratión í samfelagi og á  arbeiðsmarknaði. 

At undirvísa í føroyskum sum annaðmál snýr seg eisini um førleikan at fevna um fleiri mentanir og at arbeiða í einum fleirmentanarligum umhvørvi

Á skeiðnum leggja vit dent á at kunna lærararnar um námsfrøðilig amboð, sum eru góð at brúka í einum fleirmentanarligum og fleirmálsligum undirvísingarrúmi. Í hesum sambandi vilja vit leggja dent á, at undirvísingin í føroyskum sum annaðmál skal hava til endamáls at knýta sambond til førleikar og styrkir hjá tí einstaka næminginum, sum vil læra føroyskt sum annaðmál, og at útlendski næmingurin kann brúka allar sínar førleikar so væl sum møguligt. 
 
Nomið verður eisini við annaðmálsnámsfrøði og didaktikk og við CEFR-skipanini. 
Tað merkir í stuttum, at vit á skeiðinum arbeiða við námsfrøðiligum háttaløgum, sum eru góð, tá ið mann undirvísir í føroyskum máli í einum umhvørvi, sum er eyðkent av fleirmentanarligum og fleirmálsligum viðurskiftum, hvat undirvísingartilfar er gott at brúka, og hvussu ein undirvísingargongd kann verða fyrireikað. 

Í tann mun tað er møguligt, er verður kunnað um ástøði innan mál- og mentanarnámsfrøði. Eins og víst verður á týðandi gransking um samanhangin millum mál, mentan og samfelag.

Málbólkur: 
Lærarar og námsfrøðingar, sum arbeiða við tilflytarum í Føroyum, viðkomandi partar á arbeiðsmarknaðinum og starvsfólk, sum arbeiða við integratión hjá landi ella kommunu (Td Gigni, Als), vegleiðarar, sjálvboðin, hjálparfelagsskapir og frítíðarfelagsskapir, ið møta tilflytarum.

Undirvísarar:
Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, sum hevur drúgvar royndir at undirvísa í m.ø. donskum sum øðrum máli og
Bergthóra Kristjansdóttir, professari á DPU umframt umboð fyri Setrið, umboð fyri Útlendingastovuna og umboð fyri Uttanríkis- og Mentamálaráðið. 
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Dansifrøi, Tórshavn
12. apr. 2021 - 13. apr. 2021 kl. 09.00-15.00