Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-218
Fyndug og faklig myndlist
- skapandi myndlistaundirvísing í grunddeild
Endamál: Luttakarar royna ymiskar arbeiðshættir innan myndlist.

Innihald: Sum undirvísari í myndlist gerst ein sera glaður, tá ið undirvísingin eydnast. Hugfangaðir næmingar, sum læra eina rúgvu í tilgongdini og gera so góð avrik, at ein fær hug at eiga tey, hóast tú ikki ert foreldur at teimum. Ljósið og stoltleikin í eygunum.

Men við hvørt er fyrireikingartíðin knøpp. Við hvørt kennir ein seg kanska ikki at hava nóg nógv á kreativitetskontuni. Kanska kennir ein seg ikki altíð rættiliga ílatnan fakliga.

Kom við á eitt spennandi trý-daga skeið, har tú - umframt at fáa nógvar greiðar undirvísingargongdir - lærir grundleggjandi ástøði og arbeiðshættir á ein positivan og ítøkiligan hátt. Ikki er neyðugt at vera nakar Picasso - satt at siga er tað ikki neyðugt at kunna tekna meir enn ein pinnamann. Háttalagið er einfalt, skipað, munadygt og roynt saman við børnum og vaksnum í hundraðtali - við hepni.

Tú lærir m.a.: 
  • hvussu tú lærir børn at tekna, so tað líkist
  • at leggja eina litlæru-undirvísingargongd til rættis og læra børnini at blanda spennandi litir
  • hvat tilfar er mest hóskandi 
  • hvussu tað ber til at gera vakrar skurðmyndir uttan at skula stríðast við "dimmudeiggi" (pappmaché) ella gipsi
  • hvussu tú kanst arbeiða við "frottage" og "kollage"
  • hvussu myndlist kann gerast partur av tvørfakligari undirvísingargongd 
- alt sæð í mun til námsætlanina fyri myndlist. Ljós verður somuleiðis varpað á føroyska list.

Skeiðssnið: Framløgur, ítøkiligt arbeiði og kjak. 

Undirvísing: FruBilledkunst alias Tina Kejlberg, bloggari, lærari, rithøvundur og skeiðshaldari. Hygg inn á www.FruBilledkunst.dk

At hava við: Undan skeiðinum fáa luttakarar boð um, hvat teir skulu taka við.
Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í myndlist í grundskúlanum.
Lektiónir: 18
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
27. feb. 2018 - 01. mar. 2018 kl. 09.00-15.00