Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-214
Fimleikur í grund- og miðdeild fólkaskúlans
- rútmiskur fimleikur og amboðsfimleikur
Endamál: At geva ítróttalærarum íblástur og ítøkilig námsfrøðilig hugskot til undirvísing í rútmiskum- og amboðsfimleiki í grund- og miðdeild fólkaskúlans.

Innihald: Støði verður tikið í námsætlanini fyri ítrótt í fólkaskúlunum. Lært verður, hvussu børn innan "Rørslu og tónleik" kunnu verða undirvíst í: 
  • spenningi/avspenningi í kroppinum 
  • rúmfatan 
  • takt og rútmu 
  • fimleikaserium, har brúktar verða javnvágir, fet, hopp, lop, snúningar, sveiggj og vríggj 
  • fólkadansum 
Lært verður, hvussu børn innan amboðsfimleik kunnu verða undirvíst í:
  • kropsspenningi/avspenningi og javnvág 
  • at nýta lopfjøl, seta av, sveima og lenda 
  • at bólta rút, standa á høvdinum og hondunum 
  • lop um skúmamboð
Skeiðsluttakararnir fáa tilfar frá skeiðinum.
 
Undirvísing: Turið Petursdóttir, cand. scient í ítrótti og heilsu.

Skeiðssnið: Verklig og ástøðilig undirvísing. Dentur verður lagdur á, at allir luttakarar eru aktivir á skeiðinum. 
Málbólkur: Ítróttalærarar í fólkaskúlanum, sum undirvísa í grund- og miðdeild fólkaskúlans.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Bylgjan, Runavík
19. feb. 2018 - 20. feb. 2018 kl. 09.00-15.00