Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-303
Danskt í miðdeild
Lesi- og bókmentaundirvísing

Endamál: At geva íblástur til skipan av undirvísing, ið er við at fremja lesimenning og -hug hjá næminginum. Givin verða nýggj, góð bókaheiti, sum kunnu vera við at menna tulkingarførleikan. Sjálvandi verða givin ítøkilig hugskot til, hvussu alt gerst partur av undirvísingini.


Innihald
:

Lesing:
Gransking hevur víst, at undirvísing í lesistrategium er neyðug, og neyðugt er at byggja brúgv millum felags arbeiði í flokkinum og sjálvstøðuga lesing. Á skeiðinum verður givin íblástur til, hvussu hetta kann gerast í verki. Vit hyggja at fleiri týdningarmiklum lesistrategium, og hugskot verða givin til, hvussu næmingarnir kunnu búgvast til at ganga frá felags- til einstaklingaarbeiði. Harumframt verða givin hugskot til stuttligt og mennandi virksemi, sum hjálpir næminginum at gáa um egna lesimenning - virksemi, sum er við at tryggja samanhang og fjølbroytni.


Tulking:
Framløga av nýggjastu og bestu barnabókmentaligu norðurlendsku verkum til tey 9-12 ára gomlu. Ofta er talan um vøkur verk, har fleiri málbúnar verða nýttir. Verkini kunnu fevna umtekningar, fotomyndir, ymisk tekstasløg, ymiskar skriftir o.a. Málbúnarnir hava týdning og eru týðandi partur av søguni, sum verður miðlað í verkinum. Útgávurnar eru ikki bert fagurfrøðilig listaverk - tær rúma eisini óroyndar møguleikar fyri at menna bókmentaligu førleikar næmingsins.


Skeiðssnið: Upplegg, framløgur, bólkaarbeiði og kjak.

Fyrireiking: Í góðari tíð undan skeiðinum fáa luttakarar lista yvir bøkur og tekstir at lesa innan skeiðið

Undirvísing: Trine May, lærubókarithøvundur


Málbólkur: Lærarar, sum undivísa í donskum í miðdeild.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
30. apr. 2018 - 01. mai 2018 kl. 09.00-15.00