Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-843
Eftirútbúgving - linjulestur
Á Námsvísindadeildini vera linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgvingartilboð til lærarar og námsfrøðingar. Undirvísingin fer fram saman við lesandi á Námsvísindadeildini, og undirvíst verður vanliga tveir - í einstøkum føri tríggjar - dagar um vikuna á 6 tímar frá skúlársbyrjan í august fram til páskir.

Linjugreinarnar, sum telja 45 ECTS eru vanliga býttar upp í fýra partar (modul), og møguleiki er at taka heilar ella partar av teimum linjugreinum, sum verða bjóðaðar fram sum eftirútbúgving. Øll eftirútbúgvingarskeið verða ECTS-mett. Luttøka í eftirútbúgvingartilboðunum kann tó verða avmarkað vegna plásstrot. Kostnaðurin fyri hetta slag av eftirútbúgving er kr. 200 pr. ECTS.

Skúlaárið 2017-2018 verða hesar linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgving:

Fyri lærarar:
  • Føroyskt
  • Danskt
  • Søga
  • Alis- & evnafrøði
  • Náttúra & tøkni
  • Ítróttur

Fyri námsfrøðingar og lærarar:
  • Skúlabúgving/innskúling
  • Sernámsfrøði
  • Námsfrøðilig leiðsla
Málbólkur: Námsfrøðingar og lærarar
Skeiðið byrjar í: august 2017
Tilmeldingarfreist: 01. juni 2017
Tilmelding á leinki: https://setur.fo/utbugvingar/adrar-utbugvingar/eftir-og-iskoytisutbugvingar/namsvisindadeildin/