Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-154
Skúlaskeið í føroyskum dansi
Talan er um skeið, har eitt ella tvey fólk koma út at halda skeið fyri lærarum á námsfrøðiligum, deildar- ella toymisfundi. Skeiðið verður lagað eftir tørvinum hjá teimum einstøku skúlunum og er 2 tímar. 
 
Endamál: 
At skipa undirvísingina í føroyskum dansi og kvæðum, soleiðis at tú fangar uppmerksemið hjá næmingunum og fært tey virkin at luttaka í dansinum og at arbeiða við kvæðatekstunum á fjølbroyttan hátt. 

Innihald:
Vit hoyra stuttar frágreiðingar, sum greiða frá føroyska dansinum, kvæðunum og kvæðamentan okkara. Best er, um skúlin frammanundan hevur valt, hvørjum kvæðum arbeiðast skal við. Vit fara upp á gólv og læra, hvussu føroyski dansurin kann skipast saman við næmingum. Eisini læra vit um skiparaleiklutin, sum er so týðandi í føroyska dansinum. Vit gjøgnumføra ymsar smáar uppgávur, sum geva íblástur og hugflog til at fremja fjølbroytta kvæðaundirvísing. Arbeitt verður bæði einsæris, parvís og í bólkum.

Skeiðssnið:
Stuttar frágreiðingar um kvæðaundirvísing, føroyskan dans og um kvæðamentan okkara. Farið verður upp á gólv, og vit royna nakrar undirvísingarhættir í verki. 

Málbólkur:
Skúlar, sum vilja hava íblástur til kvæðaundirvísingina.

Fyrireiking:
Tað er gott, um skúlin frammanundan hevur valt, hvørjum kvæðum/vísum næmingarnir skulu arbeiða við. Hetta er tó ikki nøkur treyt.

Undirvísing:
Fólkaskúlalærarar, sum hava megnað at fanga og íbirt kvæðaáhuga hjá næmingunum við føroyskum dansi og kvæðaundirvísing.
Samskipari er Heini Nygaard, Nám.

Stað/tíð:
Á skúlanum hjá skeiðsluttakararunum.

Í tíðarskeiðinum frá 17.okt. 2022 til 11. feb. 2023. Skeiðini skulu helst liggja seinnapart millum 12.30 ? 16.00. Um neyðugt kann onnur tíð avtalast. 
Lektiónir: 2