Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-46
Verkstova í el-læru
Endamál
Við ítøkiligum verkstovuroyndum at kanna og læra um Ohms lóg. Læra at lodda printplátu og gera el-mátingar.
 
Innihald:
Arbeitt verður við at lodda printplátur, gera mátingar og útrokningar, ið stuðla undir Ohms lóg.
Tað krevjast ongar royndir í lodding fyri at luttaka. Tað er avsett góð tíð at gera mátingar og útrokningar, so man gerst tryggur í at brúka mátiamboðini.
 
Skeiðssnið:
Verkstova
 
Málbólkur:
Fólkaskúlalærarar í alis- og evnafrøði.
 
Undirvísing: Kári á Torkilsheyggi, Elektronikkskúlin.

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Glasir
03. okt. 2023 kl. 09.00-15.00