Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-51
Lesiskeið í miðdeild - fimm vikur
Endamál:
At styrkja lesingina hjá øllum næmingunum í flokkinum.

Innihald:
Innihaldið verður skipað við støði i miðvísa stilladserandi lesiskeiðinum hjá Gertrud Brandt. Dentur verður lagdur á  týdningarmiklu tættirnar í lesingini, har næmingarnir miðvíst venja at lesa í skúlanum og heima.
Tættirnir eru:
  • Upplestur og endurtøkulesing
  • At lesa rætt og raðið
  • Livandi upplestur (prosodi)
  • Lesifatan
  • Orðfeingi

Skeiðssnið:
Lesiskeiðið verður skipað sum partur av vanligu undirvísingini í føroyskum og donskum, ein undirvísingartíma um dagin í fimm vikur.
Næmingarnir velja sær bók/bøkur eftir áhuga og venja upplestur, parlesing og lesing í bólki í skúlanum. Harumframt skulu næmingarnir venja upplestur heima og lesa frílesing.

Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa í føroyskum og donskum í 4.-7. flokki.

Undirvísarar:
Emmy Joensen og Eilen Antoniussen úr Námi saman við luttakarum.

Tíð:
Fimm vikur á heysti 2022 ella á vári 2023. Tíðarskeiðið verður avtalað nærri millum Nám og skúlarnar.

Tilmelding:
Tilmelding í samráð við skúlaleiðslu á emmy@nam.fo.

Meira kunning fæst við at venda sær til Emmy Joensen, námsráðgeva, tel. 555151, teldupostur: emmy@nam.fo.

Lektiónir: 20