Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-26
Virkin og fjølbroytt seksualundirvísing
Endamál
At geva lærarum í hádeild innleiðslu í, hvussu ein kann skipa eina virkna og fjølbroytta seksualundirvísing. 

Innihald:
Marin í Dali, lækni, fer at undirvísa í sexsjúkum, fyribyrging og anatomi. Bjørt Lind, sálarfrøðingur, undirvísir í kyni, seksualiteti, mørkum og samtykki. Birita Poulsen, lærari, undirvísir í, hvussu hesi evni kunnu viðgerast didaktisk.  Luttakararnir fara at læra at skipa fyri fjølbroyttari seksualundirvísing, har dentur er lagdur á at skapa eina virkna undirvísing, har næmingarnir føla seg tryggar at luttaka í undirvísingini.
 
Skeiðssnið
Fyrilestur, kjak og bólkaarbeiði.

Málbólkur
Lærarar í hádeild.

Undirvísing/lærari: 
Marin i Dali, lækni, Bjørt Lind, sálarfrøðingur, og Birita Poulsen lærari og cand.pæd.psyk.

Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
24. okt. 2022 - 25. okt. 2022 kl. 09.00-15.00