Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2122-62
Samskiftisappin Avaz
Endamál:  
At geva luttakarunum førleika at arbeiða sjálvstøðugt við appini, so sum at læra allar funkurnar, sum appin hevur, at tillaga appina, so einstaka barnið fær mest burtur úr amboðnum, og at broyta appina við menningini hjá barninum.

Innihald:  
Frálæran fevnir um tveir dagar við framløgum og venjingum. Fyrri dagurin inniheldur m.a. framløgu um hvønn týdningin samskifti hevur millum børn og vaksin, og ein part av funkunum í Avaz. Seinni dagurin inniheldur framløgu um funkur í Avaz, og hvussu appin skal setast upp, so einstaka barnið fær mest burtur úr samskiftisamboðnum. Til seinast skulu luttakararnir arbeiða við at gera appina klára til nýtslu hjá børnunum, sum luttakararnir arbeiða við.

Skeiðssnið: 
Framløgur og venjingar

Málbólkur: 
Lærarar og námsfrøðingar, ið arbeiða á økinum

Fyrireiking: 
Luttakararnir skulu ogna sær appina áðrenn skeiðið.

Undirvísing/lærari: 
Helena Højgaard, audiologopedur, Voxia

Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
17. jan. 2022 - 18. jan. 2022 kl. 09.00-15.00