Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2021-101
Sýni & Dýpi
sBøkur og pBøkur til føroysklærugreinina á miðnámi
Endamál: 
At geva lærarum innlit í og íblástur til undirvísing við Sýni & Dýpi
 
Innihald: 
Vit koma út á skúlarnar at halda skeið eftir ynski. Støði kann takast í einari, tveimum ella øllum trimum bókunum í røðini. Dømi:
  • Bókmentasøga í undirvísing - eitt ella fleiri tíðarskeið
  • Mál og málsøga í undirvísing
  • Grund - undirvísing í at lesa, skriva og bera fram
  • Samansettir tekstir - ymisk tekstsløg og ymsir arbeiðshættir
  • Uppgávur í sBókini - ymsir arbeiðshættir
  • Undirvísingargongdir - verkstova í at gera og deila undirvísingargongdir við funkuni "Undirvísingargongdir". 
Onnur skeið kunnu skipast eftir nærri avtalu.

Skeiðssnið: Framløgur og verkstovur 

Málbólkur: Føroysklærarar á miðnámi 

Førleikakrøv: Lærarar skulu kenna og hava atgongd til Sýni & Dýpi 1, 2 og 3

Undirvísing: Ymiskir undirvísarar, alt eftir innihaldinum í skeiðinum. 

Tíð: Talan kann vera um dagsskeið (6 tímar) ella hálvdagsskeið (3 tímar). Tíðspunkt er eftir avtalu. 

Luttakarar: Eru fáir luttakarar, samskipa vit soleiðis, at luttakarar kunnu luttaka á skeiði á øðrum skúla.

Send fyrispurning um skeið til Sólvá Jónsdóttur á solva@nam.fo.