Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1920-101
Sýni & Dýpi
- sBøkur og pBøkur til føroysklærugreinina á miðnámi
Endamál: At geva lærarum innlit í og íblástur til undirvísing við Sýni & Dýpi

Innihald: Vit koma út á skúlarnar at halda skeið eftir ynski. Støði kann takast í einari, tveimum ella øllum trimum bókunum í røðini. 
Dømi: 
  • Bókmentasøga í undirvísing - eitt ella fleiri tíðarskeið 
  • Mál og málsøga í undirvísing 
  • Grund - undirvísing í at lesa, skriva og bera fram 
  • Samansettir tekstir - ymisk tekstsløg og ymsir arbeiðshættir 
  • Uppgávur í sBókini - ymsir arbeiðshættir -
  • Undirvísingargongdir - verkstova í at gera og deila undirvísingargongdir við funkuni "Undirvísingargongdir". 

Onnur skeið kunnu skipast eftir nærri avtalu. 

Skeiðssnið: Framløgur og verkstovur 

Málbólkur: Føroysklærarar á miðnámi

Førleikakrøv: Lærarar skulu kenna og hava atgongd til Sýni & Dýpi 1 og 2

Undirvísing: Kirsten Brix, Sólvá Jónsdóttir og møguliga onnur. Kann vera ymiskt, alt eftir innihaldinum í skeiðinum. 

Tíð: Talan kann vera um dagsskeið (6 tímar) ella hálvdagsskeið (3 tímar). Tíðspunkt er eftir avtalu. 

Luttakarar: Eru fáir luttakarar, samskipa vit soleiðis, at luttakarar kunnu luttaka á skeiði á øðrum skúla. Fyrispurningar um innihald og tíð skulu sendast til Sólvá Jónsdóttur á solva@nam.fo.