Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1920-009
Spurnakanningar og rokniark í Office 365 - víðkað skeið
Endamál: At læra hvussu tú gert spurnakanningar á "Office 365" og brúkar tær í verkætlanum v.m. Skeiðið er samskipað í "Teams", har samskifti, uppgávur og amboð liggja. Sostatt lærir tú eisini at brúka hendan undirvísingarpall í verki. 

Innihald á víðkaðum skeiði: Skeiðið byggir víðari á grundskeiðið. Tú lærir at gera spurnakanningar við "Forms" og at samla upp svarini í "Excel Online". Tú lærir at seta tøl upp við pivot-talvum og at viðgera tey í "Excel". Umframt hetta lærir tú, hvussu "Teams" kann brúkast sum pallur til verkætlanararbeiði. 

Málbólkur: Lærarar, ið undirvísa í umhvørvisligum og samfelagsligum lærugreinum í fólkaskúlanum, serliga í hádeild, ella í miðnámi. Neyðugt er at hava tikið grundskeiðið ella hava royndir við rokniarki og Office 365. 

Undirvísing: Sámal Matras Kristiansen, ritstjóri og samfelagsfrøðingur.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
24. feb. 2020 kl. 09.00-15.00