Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1920-008
Spurnakanningar og rokniark í Office 365 - grundskeið
Endamál: At læra hvussu tú gert einfaldar spurnakanningar á "Office 365" og brúkar tær í uppgávum, framløgum v.m. Skeiðið er samskipað í "Teams", har samskifti, uppgávur og amboð liggja. Sostatt lærir tú eisini at brúka hendan undirvísingarpall í verki. 

Innihald á grundskeiði: Tú lærir at gera einfaldar spurnakanningar við "Forms" og at samla upp svarini í "Excel". Tú lærir eisini at seta tølini upp grafiskt og at taka tey inn í "Word" ella "Power Point". Nógv tíð er sett av til at royna tingini í verki, so tey seta seg væl. 

Málbólkur: Lærarar, ið undirvísa í umhvørvisligum og samfelagsligum lærugreinum í fólkaskúlanum, bæði í miðdeild og hádeild. Neyðugt er at kenna til Office 365. Grundskeiðið gevur førleikar at taka víðkaða skeiðið. 

Undirvísing: Sámal Matras Kristiansen, ritstjóri og samfelagsfrøðingur.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
12. feb. 2020 kl. 09.00-15.00